Skúlablaðið: Børn, ið eru yngri enn 18 ár, í ávísum førum yngri enn 21 ár, og sum onkursvegna koma í samband við barnavernd ella aðrar myndugleikar, skulu hava rætt til hjásita. Tað heldur Barnabati, sum í eina tíð hevur arbeitt við hesum málinum. Ein hjásiti er óheftur, fakligur vegleiðari, sum skal stuðla barninum í teirri tilgongdini, tað er í.
- Barnið skal játta at hava hjásita, og hjásitin skal tryggja, at barnið skilur tað, sum fer fram, og at skipanin, rætturin ella myndugleikarnir, skilja barnið. Vit hava sæð ov nógv til, at tað haltar í so máta, og at barnið er við sviðusoð, sigur Djóni Eidesgaard, leiðari í Barnabata.
Tað er Barnabati, sum hevur tikið stig til at arbeiða við at fáa hjásita inn í lógarverkið, men tað eru almennu myndugleikarnir, sum skulu seta hetta í verk; hetta krevur broytingar í lógarverkinum, sum fara tvørtur um ráð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo