Borgarstjórarnir í Suðuroynni halda at fyrirreikingarnar uppá Suðuroyartunnilin eiga at fara ígongd sum skjótast.
Sambært nýggjastu upplýsingum frá felagnum P/F Eysturoyar og Sandoyartunnlar verður Sandoyartunnulin tikin í nýtslu seinasta lagið í desember 2023.
Boriarbeiðið verður liðugt um árslok í 2021, tá tunnulin verður skotin ígjøgnum.
5 milliónir eru setta á fíggjalógina fyri 2021 til fyrireiking.
Sum landið liggur nú, er greitt, at arbeiðið uppá Suðuroyartunnulin ikki kann fara í gongd, sum eitt natúrligt framhald av Sandoyartunnulinum.
Borgarstjórarnir í Suðuroynni síggja týdningin av, at koma ígongd við hesum sum skjótast.
Hósdagin í komandi viku, fara borgarstjórnir á fund, hvussu farast kann í gongd við at fyrireika arbeiðið uppá Suðuroyartunnilin.
Borgarstjórarnir í Suðuroynni
Eyðbjørn Thomsen, Sumba
Bjarni Johansen, Vágur
Ása Holm, Porkeri
Delmar Tausen, Hov
Jóanis Lisberg, Fámjin
Kristin Michelsen, Tvøroyri
Janus Thomsen, Hvalba
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo