Nøkur mál seta kommunalu myndugleikarnar í sera truplar støður. Ofta taka mál órímiliga langa tíð, og líka ofta tykjast mál fullkomiliga óloysilig.
Vit kenna øll hetta, at fólk vilja hava nýggjar vegir, nýggj heim til ymsa røkt og umsorgan, vindorku o.s.fr. Men tað skal bara ikki vera í teirra grannalagi. So eru borgarafundir og hoyringar og politisk ósemja og málini draga út í áravís.
Mínar royndir eru, at borgarafundir hjálpa. Tá verða fólk kunnað, fáa innlit í yvirskipaðar ætlanir og kunnu gera viðmerkingar. Hoyringar hjálpa eisini. Men tað er tó ongin trygd fyri, at málini glíða lættliga ígjøgnum skipanina og verða loyst eftir ætlan.
Aðrastaðni eru eitt slag av borgaratingum vorðin vælumtókt. Danir kalla tað borgerinddragelse ella borgersamlinger. Borgarating hava roynst sera væl, eitt nú í kommunum, har eitt nú etablering av alternativari orku hevur elvt til stórt stríð millum embætisverk og borgarar.
Borgaratingini vísa seg avbera vælegnað til at útvega viðmæli og tilráðingar frá borgarum um fløktar avbjóðingar. Borgaratingini fáa ta vitan og tey innlit, tey krevja, og koma við góðum viðmælum til umsitingina og politiska myndugleikan.
Hetta er fólkaræði í praksis. Vit hava okkurt líknandi í Tórshavnar kommunu, eg kann nevna eldraráðið, sum er ein kvalitativur hópur av fólki, sum ráðgeva kommununi í eldramálum. Og vit hava eisini staðbundnu nevndirnar. Eisini samstarva vit væl við eigarafeløgini.
Munur verður gjørdur á borgaratingi og borgarasamling. Borgaratingið er ein nevnd við regluligari útskifting av limum, sum verða valdir við lutakasti. Ein borgarasamling er eitt fyribils ella bráðfeingis organ, sum verður upployst, tá eitt endaligt viðmæli er handað teimum fólkavaldu.
Báðar skipaninar loyva borgarum við innliti at vera við og ráðgeva, og samstundis vera bindilið millum lokala økið og kommunalu umsitingina. Báðar skipaninar vísa seg at roynast sera væl.
Eitt tílíkt ting kann veljast á einum borgarafundi. Veljast kann við lutakasti. Atlit skal takast til aldur og kyn. Politiska valdið forpliktar seg at taka tilráðingar til eftirtektar. Borgaratingið fær fult gjøgnumskygni og umsitingin tryggjar armslongdarprinsipp. Endamálið er, at borgararnir koma við eini væl umhugsaðari og fjølbroyttari tilráðing, ið tekur hædd fyri ymsu áskoðanunum um málið, sum gevur umsitingini best møguliga innlitið.
Akkurát hvussu hetta verður skipað, finnast fleiri uppskriftir uppá innan skipanir sum Citizens’ Assembly. Kann hetta lætta viðgerðargongdina og stytta viðgerðartíðina, so eri eg púra opin fyri, at vit í nógv størri mun gera royndir við slíkum skipanum. Hetta er í øllum førum áhugavert at kjaka um, nú vit skipa fyri fleiri borgarafundum.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo