Hvalbiar Kommuna: Týskvøldið 4. Juni, frá kl. 20:00, verður borgarafundur í Roynhøllini í Hvalba fyri hvalbingar og sandvíkingar.
Evnið er vegleiðandi fólkaatkvøðan um samanlegging millum Hvalbari – og Tvøroyrar kommunu.
Býráðslimir og bygdarráðslimir úr báðum kommunum luttaka.
UM TILTAKIÐ
Møguleiki verður at seta spurningar, og allir borgarar í Hvalbiar – og Tvøroyrar kommunu eru vælkomnir. Kaffi og okkurt afturvið, verður at fáa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo