Byggi- og býarskipanarnevndin fekk ikki at vita frá fyrisitingini, at fríøkið við Sandá var tinglisið sum frítt øki, sigur Bogi Andreasen, sum var formaður í byggi- og býarskipanarnevndini frá 2008 til 2012.
Heldur ikki fekk nevndin at vita, at fríøkið var latið kommununi - uttan nakað endurgjald. Sostatt sigur Bogi Andreasen tað sama, sum aðrir táverandi limir í byggi- og býarskipanarnevndini hava sagt.
Má ikki byggjast á
Í 1975 vóru 75 byggiklár grundstykkir boðin til sølu á Müllerstrøð. Í blaðlýsingini varð sagt: "Stykki millum býling 1 og 2 verður lagt út til frítt øki, og má ikki byggjast á, og tað sama er galdandi fyri øki 2 oman móti Sandá".
Í 2010 mótmæla nakrir íbúgvar á Müllerstrøð ætlanini hjá Tórshavnar kommunu at broyta fríøkið til byggiøki. Saman við mótmælisskrivi handa tey kommununi avrit av reglugerð fyri útstykkingina.
Í henni stendur, at "Øki til veg, bilstøðlar, frítt øki....verða beinanvegin sum byggibúningin er lokin, at leggja út sum almenn ogn uttan endurgjald av nøkrum slagi.” At enda stendur at lesa, at partarnir eru samdir um, “at kommunan átekur sær alt viðlíkahald.” Skjalið er tinglisið í oktober 1975.
Ongantíð sæð skjalið
Tá eg vísi Boga Andreasen tinglisna skjalið, er svarið: “Hatta skjalið havi eg ongantíð sæð fyrr”. Hann fær skjalið í hondina og endurtekur: “Nei, hetta havi eg ikki sæð”.
Hóast mótmælisfólkini handaðu kommununi avrit av skjalinum, so finst tað ikki í málinum hjá Tórshavnar kommunu. Tað varð staðfest fyri triðju ferð tann 4. januar í ár.
Áður hava Jógvan Arge, Halla Samuelsen og Elina Lindenskov sagt, at umrødda skjal varð ikki lagt fyri byggi og býarskipanarnevndina.
Nú staðfestir Bogi Andreasen, sum var formaðurin í nevndini, tá serstaka byggisamtyktin varð samtykt í 2011, tað sama.
Løgfrøðingar og advokatar vísa á, at talan er um brot á upplýsinarskylduna í fyrisitingarrættinum. Ein myndugleiki hevur skyldu at upplýsa eitt mál fullgott, áðrenn avgerð verður tikin.
Í lærubók um Fyrisiting stendur: “Upplýsingarskyldan hjá myndugleikanum er garantiregla og trygd fyri, at fyrisitingarlig avgerð er rætt og lóglig. Útgangsstøði er tí at ónøktandi upplýst avgerð er ógildug. Um ikki, kann málið verða tikið uppaftur til nýggja viðgerð.”
Málið um fríøkið er ikki farið rætt fram fyrisitingarliga. Spurningurin er so, um býráðið vil hava tað sitandi á sær?
Nógv lobby-arbeiði
Sera nógv lobby-arbeiði varð gjørt fyri at fáa ein meiriluta at broyta byggisamtyktina, ja so nógv, at tað virkaði sum um onkur vildi seta ein varða eftir seg, vísir Bogi á.
Lobby-arbeiðið virkaði. Tá málið kom til ta seinru atkvøðugreiðsluna, atkvøddu sjey fyri at broyta byggisamtyktina.
Onnur vilja verja náttúru
Í fjør samtykti ES, at londini skulu endurbøta náttúru, sum er farin fyri skeyti. Harumframt seta lond sær sum mát at økja “varda náttúru”. FNU hevur saman við systurfeløgum heitt á Norðurlond um at økja vardu náttúruna upp í 30 prosent.
Norðurlond hava um 8-12 prosent av vardari náttúru. Føroyar hava eingi tøl, men eitt prosent er nevnt. At gera fleiri inntriv dregur Føroyar upp aftur longur niður.
Ein katastrofa at byggja við Sandá
Bogi Andreasen tekur sanniliga í egnan barm. Ásannar, at avgerðin var ikki røtt. Hugburðurin til náttúru og umhvørvi er nógv broyttur og alsamt fleiri fólk njóta fríøkið fram við Sandá.
Eisini Bogi Andreasen er meira tilvitaður um virðið í náttúruni. Hann gongur regluliga túr á gøtuni framvið Sandá við synum og hundi.
Teir njóta friðin, náttúruna og ánna. Og altíð møta teir fólki til gongu. Tey vilja varðveita fríøkið!
- Staðið er avgjørt ikki tað rætta, og har er ikki pláss fyri stórari kirkju og p-plássum, sigur hann. Hann heldur, at tað er ein katastrofa, um ætlaða kirkjan verður bygd á fríøkinum við Sandá.
Í dag staðfesti Tinglýsingin at tinglisna skjalið er ikki avlýst. Sostatt hava "grannar móti granna" átalurætt. Tað merkir, at teir kunnu stevna kommununi.
Hevði tað ikki sømt býráðnum at fingið málið á rættkjøl?
Í Soylugørðum 15. januar 2024
Eftir Jóhann Mortensen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo