Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Løgmálaráðið: 12. apríl var hátíðarhald í Leirvík í samband við, at Eysturkommuna fekk handað eina fjarhitaskipan.

Bjarni Kárason Petersen, norðurlendskur samstarvsráðharri, luttók í hátíðarhaldinum. Í røðu síni segði hann m.a.

Sum samstarvsráðharri við ábyrgd fyri norðurlandamálum, er tað mær ein stór gleði at taka lut í hesum merkisdegi, har vit handa Eysturkommunu eina lidna fjarhitaskipan. Eg gleðist um at síggja eina so týdningarmikla norðurlendska verkætlan gerast til veruleika, tí hetta er ikki bara stórt og slóðbrótandi fyri Leirvík, men fyri allar Føroyar.

Í 2020 hevði Danmark formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Við formansskapinum fylgdi ein játtan á 45 mió kr, sum Føroyar fingu lut í. Føroyski politiski myndugleikin gjørdi av, at brúka okkara part til at skunda undir grøna orkuskiftið. Nora fekk samskipanarleiklutin og fíggjarliga ábyrgd av játtanini og Orka á Umhvørvisstovuni átók sær at standa fyri tí praktiska og fyri at finna tvær grønar verkætlanir.

Samstarvsráðharrin tók leirvíkingin Fríðfinn Johnsson fram sum slóðbrótaran, sum í mong ár hevur arbeitt fyri at fáa grønar orkuloysnir í Leirvík og m.a. tí varð avgjørt, at hitaskipan í Leirvík bleiv onnur verkætlanin, meðan grøna tvíkiljan hjá Bakkafrosti bleiv hin.

Verkætlanin í Leirvík er nú liðug og er handað Eysturkommunu. Fjarhitaskipanin í Leirvík skal gagnnýta yvirskotsorku frá elnetinum til at hita kommunalar og almennar bygningar í Leirvík.

Í røðuni segði samstarvsraðharrin eisini.

Eg gleðist um aftur at staðfesta, hvussu týdningarmikið tað er, at Føroyar taka virknan lut í tí norðurlendska samstarvinum. Hetta styrkir meg í trúnni á, at vit eiga at raðfesta tað norðurlendska samstarvið enn meira, tí her finnast ómetaliga mangir møguleikar fyri menning, netverki og samstarvi.

Landsstýrismaðurin takkaði í røðu síni Eysturkommunu fyri at hava lagt orku og pening í verkætlanina, Orku á Umhvørvisstovuni, Nora, SEV, Demich og PB consult, ið øll hava verið við til at gera verkætlanina til veruleika.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo