Tað hevur verið ivi um hvør skuldi vera borgarstjóri í Vági síðani kommunuvalið. Men tað er tað ikki meira. Tí á fundi í kvøld varð avgjørt við atkvøðugreiðslu, at tað skal vera sitandi borgarstjóri, Bjarni Johansen, sum skal halda fram í starvinum.
Levi Mørk fekk annars flest atkvøður á valinum, og ætlaði sær sessin. Men skjótt bleiv ivi sáddur um tað, tí ein meiriluti vildi peika á Bjarna Johansen. Mikið rok tók seg kortini upp um tað, millum annað tí at bæð Bjarni og Levi eru limir í Javnaðarflokkinum, og endin var, at Bjarni Johansen meldaði seg úr flokkinum.
Síðani bendi mangt á, at á fundinum í kvøld skuldi meiriluti skipast, har Arni D. Brattaberg, sum var fyrstvaldur á tjóðveldislistanum, var borgarstjóri, millum annað við stuðli frá Bjarna Johansen. Hesin skuldi so vera varaborgarstjóri. Men á fundinum í kvøld kom uppskot um at velja Bjarna Johansen, øll uttan umboðini hjá Tjóðveldi tóku undir við uppskotinum, og nú er so Bjarni Johansen borgarstjóri og Levi Mørk varaborgarstjóri í Vági.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo