Um miðnáttina var bjargingartyrlan boðsent eftir manni umborð á partrolara sum var staddur um 80 fjórðingar úr Vágum.
Maðurin hevði fingið ein wire í høvdið og bløddi illa. Hann hevur tað tó eftir umstøðunum gott, frættist.
Sambært Vørn tekur tað um 45 minuttir hjá tyrluni at flúgva hvønn vegin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo