Vørn: Tyrludeildin hjá Atlantsflog hevur hesa vikuna havt vitjan av einum útlendskum instruktøri, sum undirvísur bjargarunum og flogskiparunum hjá bjargingartyrluni í tí nýggjasta sum er komið fram innan bjarging av fólki.
Í hesum sambandi bleiv Vørn spurt, um Brimil kundi verða “plattformur” hjá teimum í 2 dagar.
Fyrsta dagin vandu bjargararnir í knappar 4 tímar og seinna dagin 1 ½ tíma.
Tyrludeildin hjá Atlantsflogi mennir bjargarar og flogskiparar regluliga, og hevur vitjan av útlendskum instruktøri árliga í hesum sambandi.
Venjingarnar vóru góðar fyri báðar partar, sigur Vørn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo