Ummæli: Familjan, sum ikki riggar, dysfunktionella familjan, er evnið í harmleikinum Elektra á Tjóðpalli Føroya.
Abstrakt og tó einfalt.
Leikurin er ein gloypibiti hjá øllum teim sjálvbodnu felagsskapum og professionellu sálarfrøðingum, ið veita illa virkandi familjum eitt viðgerðartilboð.
Ikki bara í fjarum krígsraktum økjum við etniskari reinsan, men eisini okkara millum tá familjubond av onkrari orsøk eru farin í sor og partarnir vilja møtast aftur.
Í somáta er Elektra eitt útferðarmál av heilt terapeutiskum slag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo