Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

BirkBloggur: Nýggi filmurin um Elvis, sum avstralski rockvideo intruktørurin, Baz Luhrman, hevur gjørt í drúgva tíð, varð frumsýndur meðan vit vóru í París.

Valið at seta seg inn í myrka biografin í franska summarhitanum vísti seg at verða rætt og gott, her eingin gøta er uttan maktmanifesterandi kirkjubygningar.

Komin út aftur stendur klárari fyri tær, hvør avbjóðing Elvis var í samtíðini, tá hann av fyrstan tíð kom fram.

Vit síggja forvitna hvíta drongin, sum lúrir inn í ein ússaligan hjall úr rukkublikki, har tvey svørt, ein maður og ein kvinna, lurta eftir blues og dyrka sex. Tað er ikki óinteressant hjá lítla hvíta dronginum.

Síðan fer kamera yvir í eitt tjaldmøti á somu fløtu, har svørt í ekstasu dyrka ein livandi gud, so sannførandi, at drongurin er mest sum klárur at fara til forbøn og alt, sum har til hoyrir.

Uttan at vita av tí, hevur Elvis av lægstu samfelagsligu rók ikki bara lagt seg út við amerikanska apartheidssamfelagið, men eisini knýtt saman tær báðar sterkastu samfelagsligu kreftirnar - religión og sex.

Elvis verður ein fyrimynd, sum hvíta afturhaldið til fánýtis roynir at steðga.

Og so er tað pengaspælarin uttan ríkisborgararætt hjá nøkrum uttan Mammon, Colonel Parker, sum er ein heilur kapittul fyri seg. Ein knallperla av einum filmi, sum enn sæst í Føroyum!

Úr ferðabloggi: "Beint til býanna bý"

Treylari úr nýggja Elvis-filminum: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo