Í fagrasta fagrasta veðrið í dag, hava vit feirað eina av heimsins fagrastu kvinnum á hennara 70 ára føðingardegi.
Birgith við Sandá er fødd og uppvoksin á Dalavegnum 9 í Havn, við navninum Birgith Maria Jacobsen, saman við systkinum Anfinn, Joan og Hanne-mi. Birgith var dóttir Solveig úr Sumba og Óla Christian hjá Hanne-mi og Mik málara á Dalavegnum.
Birgith var einans 16 ára gomul, tá hon møtti Torkil Petersen úr Kaldbak, og bleiv Torkil hennara lívs kerligheit. 50 ára gullbrúdleypsdagin hava tey bæði feiðra saman í juni í ár.
Birgith fór til Danmarkar á húsarhaldsskúla, men steðgurin í Danmark var stuttur, tí Birgith fann útav, at hon var vorðin við barn, og vendi nøsina heim aftur á klettarnar.
Tá Birgth var 17 ára gomul, fekk hon fyrsta barnið, dóttirina Beintu. Torkil bleiv útlærdur timburmaður, og hansara starv sum byggiharri, hevur merkt teirra lív nógv, fleiri hús hava tey tekna og bygt saman, og oftani hava tey flutt aftur og fram, og fleiri ferðir úr og í sama hús aftur.
Fyrsta heimið tey bæði bygdu saman var á Ternuryggi, síðani Garðsgøtu á Argjum, Suðurrás í Havn, Vørðubrekku á Argjum, Undir Gráasteini í Havn og tann seinasta bústaðin, ið tey bæði saman hava tekna og bygt til sítt egna heim, er á Dalakróki í Havn, har tey búgva enn. Í dag búgva tey á matrikklinum á Dalakróki, men tó í nýggjari íbúð á 1 hædd, ið bleiv bygd fyri fáum árum síðani, og sett omaná húsið.
Sum ung arbeiddi Birgith fyrst á heilsøluni hjá A.B Bentzen, og síðani á Skipafelagnum. Børnini blivu mong í tali. Tá Birgith einans var 27 ára gomul, fekk hon fimta og síðasta barnið.
Børnini eru Beinta, John, Óla Christian, Herborg og Benny. Sum flokkurin vaks, byrjaði Birgith at arbeiða heimanifrá, Í heiminum á Ternuryggi, var hon seymikona fyri millum annað Skálabúðina, ið heitti á Birgith, tá frakkar skuldi leggjast upp, buksur leggjast inn v.m.
Á Argjum tá fimta barni var komið, valdi Birgith at vera dagrøktarmamma. Birgith hevði ikki minni enn 5 børn í dagrøkt, so í køkinum á Garðsgøtu var tað mangan sum ein heil barnagarðsstova í døguðratímanum, tá hennara egnu børn komu heim úr skúla til døguðrasteðg, sat hon mangan og fóðraði ikki minni enn 10 børnum.
Birgtih fór seinni eisini at arbeiða á matstovuni Skýli á Tórsgøtu, har hon m.a seldi suppu, døguðra og sitrón fromagu til øll tey svongu í vikuskiftinum. Í Skýlinum kundi tú velja at koma inn og eta, ella fáa mat heim við, í hvítum mat spannum.
Mitt í 80 inum gavst Birgith sum dagrøktar mamma, og opnaði sína egnu sól salong - Salong Sólbrún í kjallaranum á Garðsgøtu, har var opið frá tíðliga um morgunin til seint á kvøldi, so har fekk Birgith hjálparfólk í starv. Tá tey seldu á Garðsgøtu og fluttu til Suðurrás, fór Birgith at starvast á Shellstøðini á Frælsinum.
Birgith ynskti enn einaferð at vera sjálvstøðug, og opnaði eina sølu og lýsingartænastu á Dr. Jacobsensgøtu. Nýggja lýsingarstovan Ring Inn, bjóðaði fólkið at lýsa eitt hvørt til sølu ella leigu. Ring Inn minti mest um tað, ið vit í dag kenna sum t.d Rótikassin á Facebook.
Tá børnini blivu størri, fór Birgith ið starv sum skrivari hjá Sjúkrahússtjóranum á Kongabrúnni, har hon var í nøkur ár. Tá bygningarbroytingar blivu gjørdar, flutti Birgith í starv hjá Fyristøðukvinnuni á hædd 2 á Landssjúkrahúsinum. Aftaná nøkur ár har, blivur aftur broytingar gjørdar, og Birgith flutti á Sjúklingaskrivstovuna í veghæddini, har hon sat sum móttøkufólk og skrivari, og við sínum fryntliga smíli og góðari umsorgan, royndi sum fragast at hjálpa og samskipa sjúkratænastu hjá teimum ið vóru illa sjúk, og skuldi á sjúkrahús uttanlanda ella teimum ið høvdu mist onkran av sínu kæru.
Birgth starvaðist í mong ár á Landssjúkrahúsinum, og bleiv tað hennara síðsta arbeiðspláss, inntil hon fór frá sum fólkapensionistur. Eitt stutt tíðarskeið passaði hon samstundis starvið sum leiðari á breyðsøluni á Landavegnum, ið tey høvdu keypt og navngóvu Skivan.
Nú Birgith er blivin fólkapensionistur, hjálpir hon dúgliga børnum, ommubørnum og langommubørnum.
Enn einaferð hjartaliga tillukku við degnum, og takk fyri góðan mat og deiligar løtur í dag á tínum føðingardegi.
B.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo