Ein indiskur skurðlækni gjørdist ikki sørt bilsin tá ið hann í síðstu viku gav einum 30 ára gomlum manni skurðviðgerð.
Í bløðruni hevði maðurin ein 61 sentimetur langan leidning.
– Tey 25 árini eg havi verið lækni havi eg ikki upplivað slíkt, sigur gastroskurðlæknin Walliul Islam við The Hindu.
Islam sigur við miðilin at hann í síðstu viku fekk vitjan á skrivstovu síni í Guwahati av 30 ára gamla manninum, sum gramdi seg um pínu í maganum.
Maðurin segði at hann fyri fimm døgum síðani var so óheppin at kveyla ein leidning í seg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo