Beyoncé var longu áðrenn hon trein inn á hvítu langmottuna, stjørnan við flest nomineringum í hattinum, skrivar DR.DK.
Og tá ið MTV Video Music Awards var av í nátt, so var amerikanska popp-stjørnan eisini tann sum hevði flest statuettir í fanginum.
Átta virðislønir tók hon heim við sær – og fleiri fyri hittið 'Formation'.
Beyoncé fekk eisini fleiri av teimum fyri nøsini á bretsku Adele, sum ikki fekk nakað burturúr handanini í New York, hóast hennara suksess við sanginum 'Hello'.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo