BETRI: Í samstarvi við Róðrarsamband Føroya letur Betri bjargingarvestar til øll kappróðrarfeløg í landinum.
Betri Stuðulsgrunnurin veitir stuðul til tryggleikaskapandi, skaðafyribyrgjandi og sjúkufyribyrgjandi virksemi. Bjargingarvestarnir eru latnir, tí Betri ynskir, at trygdin á sjónum er í hásæti, tá kappróður er.
- Sum eitt serføroyskt samtak eru vit errin av føroyska tjóðarítróttinum. Vit hava eisini sum endamál at skapa tryggleika í Føroyum. Hesir bjargingarvestarnir eru ein liður í hesum endamálinum, og vónandi taka róðrarfólkini væl ímóti teimum, sigur Evy Jacobsen, stjóri í móðurfelagnum hjá Betri.
Vestarnir eru smidligir og lættir at vera í, og teir eru funnir í samráði við Róðrarsamband Føroya. Filmur er eisini framleiddur, har m.a. Sverri Nielsen greiðir frá, hví bjargingarvestar eru týdningarmiklir fyri trygd á sjónum.
Sí filmin her: https://vimeo.com/430729770/b6679ac8a7
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo