Sjúrður Skaale vildi í dagsins orðaskifti í fólkatinginum hava Mette Frederiksen at svara um betri handilsatgongd til ES-marknaðin fyri føroyingar.
Russland hevur eitt greitt politiskt mál við búskaparliga samstarvinum við Føroyar. ES má eisini skilja, at tað hevur politiskar avleiðingar ikki at geva Føroyum eina betri handilsavtalu. Danmark tykist skilja tað - men avgerðin liggur í Brússel.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo