Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Parasport Føroyar: Betri Banki hevur gjørt 4 ára stuðulsavtalu við Parasport Føroyar.

Avtalan ber við sær at Betri Banki verður ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport Føroyar til og við 2027.
Betri Banki stuðlar við avtaluni Parasport Føroyar í tilgongdini at eggja enn fleiri at íðka ítrótt.

- Vit fegnast um, og eru sera takksom fyri at Betri Banki verður ein av høvuðsstuðlunum  hjá Parasport Føroyar komandi árini, sigur Petur Elias Petersen formaður í Parasport Føroyar.

- Slagorðið í strategiini hjá Parasport Føroyar er "øll kunnu íðka", og skal vera heilt natúrligt at øll, uttan mun til kropsligar ella kognitivar avbjóðingar, íðka ítrótt undir hóskandi viðurskiftum, og er hendan stuðulsavtalan við til at tryggja arbeiði.

- Vit síggja tað sum ein framíhjárætt at sleppa at stuðla Parasport Føroyar, og fegnast um at verða við til at tryggja at føroysk ítróttarfólk við virkistarni framhaldandi hava møguleika at íðka ítrótt, sigur Anna Eystberg Hofgaard, leiðari á Marknaðardeildini í Betri Banka.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo