Bæði bruttovinningur og ársúrslit settu met í fjør hjá Partafelagnum J.F. Kjølbro Heilsølu við heimstaði í Klakvsík. Felagið hevur fimm rakstrarár í yvirlitinum hjá Vinnuvitan.biz.
Ársúrslitið í fjør var 5,3 milliónir krónur eftir skatt. Tað skal samanberast við 4,8 mió kr árið fyri og 3,6 mió kr fyri seinastu fimm árini.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 22,3 mió kr og eginognin var 6,6 mió kr.
Hans Arni Bjarnason Thomsen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo