Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, flutti fram røðu fyri nýklaktu pisunum úr miðnámsskúlanum á Kambsdali. Røðan snýr seg um, hvussu umráðandi tað, at vit lurta eftir hvørjum øðrum – eisini teimum, vit eru ósamd við. Nakað, sum vaksandi polariseringin í dag, tíverri hóttir.
Góðu tit øll – og mest av øllum: Góðu pisur.
Hjartaliga tillukku! Tað er mær ein stórur heiður at bera tykkum eina heilsan á tykkara stóra degi.
Í dag eru tit øll felags um at hava lokið miðnámsprógv. Eitt prógv, sum letur nógvar hurðar upp. Eitt prógv, sum sigur umheiminum, hvussu tit hava staðið tykkum. Eitt prógv, sum prógvar, at tit hava lokið miðnámsskúlan.
Eftir trý ár, ið tit allarhelst halda eru flogin avstað, so er tíðin av, og nú skiljast tykkara vegir. Tað er sorgblítt, men eisini gott. Tí samfelagið hevur brúk fyri tykkum øllum og ymisku dygdunum, ið tit hava.
Nú, eg síggi tykkum, leita tankarnir hjá mær 8 ár aftur í tíð, tá eg sjálvur stóð her – beint til høgru fyri røðarapallinum – til pisufundin. Tá var eg sjálvur nýklaktur studentur úr tí júst samanlagda skúlanum, Miðnám á Kambsdali. Spentur og óvitandi um, hvat framtíðin hevði at bjóða.
Her 8 ár seinni hugsi eg: Hvat kann eg so bera tykkum, sum tit kunnu taka við víðari út í lívið. Sjálvt um tit kanska ikki halda tað, so eri eg enn ikki blivin so øgiliga gamal, og tí er tað sjálvsagt avmarkað við lívsroyndum. Tó, hesi 8 árini havi eg so upplivað eitt sindur og kann tí siga tykkum eitt – heimurin er ikki svartur og hvítur, og hann er fullur av møguleikum.
Ymiskleiki er góður. Ongantíð hevur júst hesin boðskapurin verið borin so nógv fram, sum hann er í dag. Og ongantíð hava vit havt so góðar møguleikar at samskifta við so nógv ymisk fólk. Tað er gott. Tað kann geva okkum betri innlit í áskoðanir hjá øðrum.
Ella, tað skuldi mann trúð. Tí hóast allar hesar møguleikar, síggja vit eina vaksandi polarisering millum fólk – eina “vit og “tit” mentan, sum við tíðini kann spjaða meira, enn gott er.
Hetta fyribrigdið “vit” og “tit” er ikki nýtt. Mentanin, har fólk býta seg upp í bólkar ella verða bólkað, hevur røtur langt aftur í forntíðina. Og er hetta eisini eitt evni, fleiri heimspekingar hava lýst og viðgjørt gjøgnum ár og øldir.
Eitt nú sigur enski heimspekingurin, John Stuart Mill, at tað hevur avgerandi týdning, at vit á almenna kjakpallinum hava virðing fyri ymiskum sjónarmiðum. Hetta skapar grundarlagið fyri einum góðum og vælvirkandi fólkaræði, sum kann fyribyrgja spjaðing, ekstremismu og óneyðuga nógva polarisering.
Eisini í skaldskapinum hjá Astrid Lindgren um Ronju Ránsmannadóttir verður hetta fyribrigdið lýst. Í søguni hitta vit tvey børn, Ronju og Birk, sum eru fødd inn í hvør sína familju. Mattasar-familjan og Borka-familjan. Familjurnar eru fangaðar í einum drúgvum stríði og eru erkafíggindar. Hetta eru børnini, Ronja og Birk, ikki so tilvitað um.
Ein dagin, tá tey hittast í skóginum, verður eitt sterkt vinaband knýtt teirra millum. Tey møtast og finna skjótt útav, at tey hava nógv til felags, og at tey hava nógv, ið tey kunnu læra av hvørjum øðrum.
Heima við hús er tónin ein annar. Foreldrini eru í øðini, tá tey hoyra um hetta vinabandið. Tey greiða frá, at familjurnar hava altíð verið fíggindar, og tey kunnu undir ongum umstøðum vera vinfólk.
Ronja og Birk skilja ikki, hví familjurnar eru í stríði, og hvaðani stríðið stavar. Tað minnast foreldrini heldur ikki, tí tað hevur altíð verið so.
Soleiðis kann eisini vera í lívinum. Vit gerast fastløst í eini hugsan um, hvørji eru okkara mótstøðufólk, uttan veruliga at hava greiði á, hví so er. Og enn verri er, tá vit halda uppat at lurta. Tí, tað er umráðandi at lurta. Eisini eftir teimum, vit eru ósamd við. Tí við at lurta, so gerst tað lættari at skilja. Og við at skilja hvønn annan – bara eitt lítið sindur – eru sannlíkindi fyri, at vit gerast meira rúmlig og skiljandi. Og kanska eisini flyta okkum og læra okkurt. Tí vit eru jú øll ymisk og hava ymiskar dygdir, sum vit kunnu njóta gott av.
Endamálið eigur ikki at vera, at vit gerast samd um alt. Tí tað, at vit eru ósamd og hava ymiskar hugsanir, er eisini ein styrki. Vit skulu lurta og ikki yvirdoyva hvørt annað – nakað, ið vit tíverri síggja fleiri royna í mótmælistiltøkum kring vesturheimin í dag.
Í dag hátíðarhalda vit ikki bara, at tit hava fingið prógv. Vit hátíðarhalda eisini eitt tíðarskeið, har tit hava samstarvað, prátað og fyrihildið tykkum til hvønn annan – eisini hóast tit øll eru ymisk.
Fyri mítt viðkomandi var tíðarskeiðið á miðnámi sera læruríkt. Ikki bara bókliga, men eisini menniskjaliga. Eg kom í ein góðan flokk, har eg lærdi nógv um meg sjálvan og ikki minst um onnur. Eg lærdi kanska serliga nógv, tí í mínum flokki vóru mestsum bara gentur – og so eg.
Á tann hátt fekk eg innlit í nógv góð evni og prát, sum eg allarhelst ikki hevði fingið annars.
Og tað er akkurát tað, sum er so áhugavert og stuttligt við miðnámsskúlanum. Fólk, sum annars ikki hava nakað til felags, skulu fyrihalda seg til hvørt annað. Fólk koma ymstastaðni frá í landinum, við ymiskum lívsfortreytum, ymiskum meiningum og ymiskum dreymum.
Tú og tínir floksfelagar kunnu vera ósamd um fleiri viðurskifti. Politikk, trúgv, mentan, støðuna millum Ísrael og Palestina, og hvussu Gareth Southgate átti at sett tað enska landsliðið.
Tó hava tit verið floksfelagar. Tit hava dugað at rúma hvørjum øðrum, og tað er ein dygd, ið tit skulu taka við tykkum víðari í lívinum.
Í dag eru møguleikarnir óendaligir. Tó kunnu mongu valini elva til stórt trýst hjá summum. Og júst trýst og ring sálarheilsa er tíverri vaksandi millum ung. Hetta hava vit sæð seinastu árini. Tað er ilt hjá mær at standa her beint nú og hava eitt svar upp á, hvat skal gerast fyri at basa hesum, tí trupulleikin er sera samansettur og torskildur.
Tó mugu vit ikki gloyma, at lívið viðhvørt er trupult. Og tað er tað hjá øllum. Kanska eru vit ungu serliga útsett, av tí at vit vaksa upp í eini so talgildari tíð við sosialum miðlum, sum bestemt ikki altíð eru so sosialir.
Í tíð og ótíð fáa vit innlit í allar stjørnuløturnar hjá øllum hinum. Hvussu røsk summi eru at venja, hvussu góðan karakter onkur hevur fingið, ella hvussu ofta onkur hugnar sær við vinfólkunum. Hetta kann geva okkum kensluna av, at vit kenna okkum miseydnað ella einsamøll.
Tí er umráðandi, at vit minnast til, at veruleikin er meira samansettur og kompleksur enn stjørnuløturnar hjá øllum hinum á Instagram, har teir dovnu dagarnir ella 02-tølini ikki koma til sjóndar, tó at tær løturnar eisini eru veruleiki.
Eisini er umráðandi at minnast til, at hóast vit royna at leggja eina ætlan og royna at stýra, hvussu lívið skal laga seg, er tað ikki altíð, at tað háttar seg soleiðis, sum vit ynsktu tað. Onkuntíð eydnast tað ikki, viðhvørt fært tú eitt noy, tá tú ynskti eitt ja, og onkuntíð broytist lívið brádliga, men tá latast nýggjar hurðar upp.
Tað er eftirhondini ein kliché at siga so, men eg vil minna tykkum á, at tit eru meira enn tey tøl, ið standa í próvnum. Í próvnum stendur einki um, hvussu hjálpsom tit eru, hvussu góð tit eru við onnur, ella hvussu nógv vælgerandi arbeiði tit hava gjørt. Og tí skulu tit minnast, at hóast prógvið mátar nakrar dygdir, so sigur tað ikki alt um tykkum sum menniskju. So langt frá!
Gamaní, ein góður miðal-karakterur hjálpir væl uppá, um ein ynskir at fara eina ávísa útbúgivngarleið, sum krevur høgt miðaltal. Og tað er orduliga gott at fáa góðar karekterir. Men tað er ikki góðir karakterir, nógv ’likes’ og fylgjarar á Instagram ella eitt fínt heiti, sum hjálpir tær, tá tað veruliga stendur á í lívinum. Tað eru tínar persónligu dygdir, ið hjálpa tær tá.
Fleiri av tykkum, sum standa her í dag, eru kanska ikki greið um, hvat tit skulu gera næst. Tíbetur fyri tykkara viðkomandi, er arbeiðsloysið lágt – faktiskt metlágt. Hetta merkir, at tit kunnu royna tykkum innan mangt og hvat. Hetta skulu tit síggja sum ein góðan møguleika. Ættarliðið undan okkum – foreldur okkara – høvdu ikki henda sama møguleikan, tí tá var kreppa, og metstórt arbeiðsloysi.
Vit, harafturímóti. Vit hava henda fantastiska framíhjarætt, at vit kunnu sleppa at royna næstan akkurát tað, sum vit hava hug til. Samfelagið skríggjar eftir arbeiðsmegi, so man kann siga, at vit eru heppin. Brúkið hetta og roynið ymiskt, so tit finna út av, hvat tit hava hug til! Tað er nevniliga týdningarmikið, at tit velja ta leiðina, tit hava hug til – og ikki tað, sum tilvildarliga í hesum tíðaranda er høgt í metum ella gevur hægstu løn. Tað er brúk fyri øllum slagi av arbeiði og ymiskum dygdum í samfelagnum, bæði av bókligum og handaligum slag. So veljið leiðina eftir tí, tit tíma og duga best, og ikki eftir hvat ið onnur halda ella siga.
Góðu pisur.
Tá eg fyri 8 árum síðani var í tykkara stað, so skuldi eg, eins og tit, taka støðu til, hvat eg skuldi frameftir. Í tí løtuni visti eg ikki, hvat eg nú skuldi gera. Tað einasta, eg visti, var, at eg nakrar vikur seinni skuldi á feriu til Danmarkar. Annars onki. Eftir ta feriuna byrjaði eg at arbeiða á Kósini í Klaksvík sum landari.
Hvat kann eg so staðfesta 8 ár seinni við mínum royndum?
Í mínum dagliga starvi í Løgtinginum havi eg lært, at alt ikki er svart og hvítt. Hóast vit eru ósamd og verða bólkað í ”vit” og ”tit”, so ber væl til at tosa saman. Tað ber faktiskt til at vera vinir. (Eisini við tey í samgonguni)
Avgerðin, at fara á Kósina at arbeiða, var ein tann besta avgerðin, ið eg havi tikið, tí tað lærdi meg nógv um arbeiðislívið og gav mær nøkur virðir at taka við mær víðari. Eisini byrjaði mín politiska yrkisleið, meðan eg arbeiddi har.
Síðani eg kom á arbeiðsmarknaðin, so er framvegis ongin, ið hevur spurt meg eftir støðumetinum, eg fekk á miðnámi, ella um eg fekk eitt 12-tal í húgvuna. (Eg fekk 7).
Góðu pisur.
Enn einaferð hjartaliga til lukku við próvnum.
Hesin dagur er tykkara. Minnist til at njóta hann, og njótið summarið, tit hava fyri framman!
Eg ynski tykkum øllum alt tað besta.
Takk fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo