Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hósdagin vórðu 8 fólk innløgd á sjúkrahús í Malmø, eftir at eldur var komin í eitt battarí í eini elsúkklu. Fólkini høvdu fingið skaðiligan royk í seg, tí roykur sum kemur av battaríeldi er sera skaðiligur, skrivar Jyllandsposturin, sum hevur tosað við Poul Norby, professara við DTU og eisini er formaður í danska battarífelagnum, Dansk Batteriselskab.

- Tíverri er hetta slagi av eldum nakað, sum vit kunnu vænta okkum alt fleiri av, men tíbebetur er eitt og annað sum kann gerast fyri at minka um vandan, sigur hann og vísir á, at talan er um øll sløg av elbattaríum, eisini til fartelefonir, teldur og annað.

Hann hevur hesi ráðini, sum hann mælir øllum til at fylgja, tí so er vandin ikki serliga stórur, sigur hann. 

1 - Keyp kvalitet
Tað kann vera freistandi, men ikki keypa bíligar elvørur á netinum úr londum, sum ikki hava sama standard sum vit. Tað ber tíverri ikki til at líta á alt sum kemur úr eitt nú Kina serliga um tað eru óvanliga bíligar vørur.

2 - Brúka rætta løðaran
Um tú brúkar ein óoriginalan løðara, so kann elsúkklan, telefonin ella teldan blíva ov heit og ein kemisk reaktión kann elva til spreinging í battarínum. 

3- Ver vakin 
Nógv gera tað, men í veruleikanum er best ikki at løða battaríið ímeðan tú svevur. Um tú gert tað kortini, legg so tólið har sum tað ikki gerst ov heitt. Minst til at tað ber illa til at sløkkja ein battaríeld við at kvæla hann, tí kemisku evnini í battarínum gera súrevnið sum eldurin skal hava fyri at brenna. Kasta tólið í vaskið ella wc kummuna har tað kann verða kølt við vatni.

4 - Hugsa um hvar tú løðir
Telefonir, teldur o.a. skulu ikki vera nær klæðum ella gardinum, har tað lættliga kann festa í. Og løðir tú eina elsúkklu, so skal hon ikki standa í gongini, so tú ikki sleppur út úr húsunum, um illa vil til og eldur kemur í.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo