Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ein lítið umrøddur bólkur eru tey sjálvstøðugt vinnurekandi, ið eru íverksetarar á hvør sínum øki. Tey eru frisørar, reklamufólk, sølufólk, skribentar, handilsfólk, forritarar, bilmekanikarar, listafólk, hýruvognsførarar, útróðrarmenn og mangt annað.

Hesi eru tey, sum hvønn dag fara til verka at vinna sær til lívsins uppihald uttan stórvegis trygdarnet, og sum arbeiða alt árið, tí gera tey ikki tað, koma ongir pengar á kontu. Eftirløn og frítíðarløn eru sjáldan ein sjálvfylgja fyri tey.

Hesi eru eisini tey, sum sjáldan vita meira enn fáar mánaðir fram, hvat tey hava at gera, og hvat tey tískil kunnu vænta sær at vinna. Óvissan er áhaldandi fylgisveinur teirra, men tey liva við henni, tí tey annaðhvørt noyðast ella valdu at liva sum íverksetarar.

Vansarnir við hesi avbjóðandi tilveruni kunnu vera, at tú hevur verri møguleikar enn onnur at fáa fígging til bústað, og skalt tú gera vinnuligar íløgur, verður trygd kravd í tínum privatu ognum.

Tey sjálvstøðugt vinnurekandi seta kortini sjáldan politikarum ella samfelagnum krøv. Tey fara tigandi til verka, tí teirra fremsta drívmegi er at skapa tað, tey brenna fyri, og so fáa løn eftir útintum verki.

Ofta er lønin á eini leið, men mangan eisini smáfallandi og ójøvn. Kemur lítið inn onkran mánað, hóast arbeiðstímarnir vóru nógvir, kann arbeiðstíðin ikki setast niður. Hon má setast upp, so nóg nógv kemur á kontu tilsamans. Eisini í juni, juli og august.

- Tjóðveldi vil bøta um trygdarnetið hjá sjálvstøðugum vinnurekandi og vaksa um lønina undir sjúku úr 80 prosentum upp í 100 prosent av eini arbeiðaraløn.

- Tryggjast skal ein barsilsskipan, so sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu drýggja barsilstíðina og halda virkseminum gangandi við lægri blussi.

- Listafólkum skulu tryggjast skipað starvs-, lønar- og eftirlønarviðurskifti.

- Yrkislistafólk skulu kunna hava samansett størv, so tey lutvíst undirvísa og lutvíst eru virkandi listafólk.

- Smærri fyritøkur skulu rinda lægri kringvarpsgjald.

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo