Háaktuella danska poppstjørnan Basim fer á pall í SMS fríggjadagin 27. oktober kl. 17.
Basim vann hjørtuni í danskarum longu 15 ára gamal tá hann luttók í donsku X-Factor-kappingini. Sama árið kom fyrsta útgávan hjá Basim, Alt det jeg ville have sagt, saman við tónasmiðnum og X-Factor-dómaranum Remee.
Í 2014 vann Basim donsku Eurovision-kappingina við lagnum Cliche Love Song, sum hann sjálvur var við til at skriva. Basim endaði í finaluni í altjóða Eurovision-kappingini.
Basim hevur nýliga útgivið sangin Comme si comme sa, sum seinasta mánaðin er stroymaður hálvaaðru millión ferðir á YouTube og fýra milliónir ferðir á Spotify.
Basim hevur verið í Føroyum fyrr, eitt nú á Summarfestivalinum.
Basim hevur sent heilsan til føroyingar, har hann gleðir seg til at fara á pallin á Torginum í SMS fríggjadagin 27. oktober kl. 17.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo