Svimjisamband Føroya: Bartal Erlingsson Eidesgaard royndi seg í morgun í 50 metra bringusvimjing á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2021, og svam tá hendan teinin uppá 30.49 sekund, har besta tíð hjá honum til nú var 30.68 sekund frá Føroysku Meistarstevnuni í fjør.
Bartal var longu áðrenn hetta hin næstskjótasti føroyski bringusvimjarin nakrantíð, aftanfyri Róland Toftum sum eigur føroyska metið á 29.43 sekund frá Danish Open í 2017, umframt føroyska juniormetið á 29.81 sekund frá Danish Open í 2016.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo