Kendi graffitikunstnarin Banksy hevur málað sjey veggir í krígsherjaða Ukraina, men nú er eittr av verkunum stjolið, skrivar NRK.
Í november 2022 fór bretski Banksy til Kyiv og krígsherjaðu økini uttanfyri høvuðsstaðin fyri at mála á veggir.
Heimskendi anonymi listamálarin legði eftir sær listaverk fyri fleiri milliónir krónur.
– Vit ungu kenna sjálvandi Banksy og vit hildu tað var einastandandi at hann kom higar, sigur Teslenko við NRK.
– Íkastið hjá Banksy og hansara solidaritetur eru sera týðandi fyri okkum ukrainar.
Banksy deildi eisini eina videoupptøku frá ferðina í Ukraina, sum sæst niðanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo