Journalisturin Mark Ogden í ESPN skrivar í dag at Gareth Bale hevur tikið avgerð um at hann verður verandi í Real Madrid.
Bale segði eftir Champions League-finaluna at hann umhugsaði sína framtíð tí hann fekk ikki nokk leiktíð, men nú sigur keldur fyri ESPN at Bale hevur hug at leika í Real Madrid undir nýggja venjaranum Julen Lopetegui.
Bale hevur verið settur í samband við feløg sum Manchester United, Bayern München og Tottenham, men fær ESPN rætt, so heldur hann fram í spanska høvuðsstaðnum eisini komandi sesong.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo