Fjáltur er komin á eigararnar av Bakkafrost, sum hava handlað partabrævið so tað er minkað nógv í virði seinastu tíðina, serliga síðani føroyski alirisin herfyri boðaði frá, at avbjóðingar eru bæði í Føroyum og Skotlandi við størri felli enn vanligt.
Fallandi trendurin hevur gjørt, at vit skulu eitt ár aftur í tíðina fyri at finna sama kursstøði sum nú. Í vikuni kreyp kursurin á partabrævinum sær niður um 500 norskar krónur, og vikan endaði á 470,8 kr fyri partabrævið.
Bakkafrost kunngerð endaliga úrslitið fyri samtakið 7. november.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo