Partabrævið hjá Bakkafrost, sum síðani tíðliga í summar hevur ligið í einum fallandi trendi, veksur nærum 6% í virði í morgun, eftir at tað í gjár frættist, at føroyski alirisin fer at siga 140 fólkum úr starvi.
Tað kann kanska ljóða løgi, men hinvegin kann marknaðurin eisini síggja tað sum eitt gott tekin, at Bakkafrost tekur sær av trupulleikunum og minkar um ein aktivitet, sum gevur tap ella har tað er ov nógv óvissa knýtt at.
Eitt uppskot frá Sambandsflokkinum, sum í dag er í Løgtinginum, og sum miðar eftir at minka illa lýdda tøkugjaldið hjá alivinnuni, kann eisini vera ein partur av orsøkini.
Partabrævið hjá Bakkafrost kundi við ársbyrjan í ár keypast fyri 530 norskar krónur. Tá tað kostaði mest, tað var í mai, kostaði tað 776 NOK og nú kostar tað aftur 530 NOK, eftir at hava verið niðri og vent á kursinum 470 NOK fyri tveimum vikum síðani.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo