Bakkafrost boðar í kvøld frá lakari úrsliti í øðrum ársfjórðingi enn áður fráboðað.
Minni er tikið og fiskurin vigar eisini minni, sigur Bakkafrost í børsfráboðanini.
Stórt felli bæði í Føroyum og Skotlandi er ein stór orsøk til lakaru gongdina. Hetta hevur ført til inntøkumiss í Føroyum uppá umleið 32 mió dkk og í Skotlandi uppá umleið 43 mió dkk.
Bakkafrost sigur, at EBIT (vinningur áðrenn rentur og skatt) í øðrum ársfjórðingi nú væntast at vera 353 mió dkk tilsamans.
Samstundis hevur Bakkafrost endurskoðað sína meting av, hvussu nógv verður tikið í Føroyum í ár. Sagt verður nú, at teir vænta at taka 63.000 tons í Føroyum og 30.000 tons í Skotlandi, sum er óbroytt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo