Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Jonn Johannesen stóð fyri báðum málunum, tá føroyska U21-landsliðið í summar vann 2-0 á heimavølli móti Armenia - Mynd: Heri Joensen

Jonn Johannesen stóð fyri báðum málunum, tá føroyska U21-landsliðið í summar vann 2-0 á heimavølli móti Armenia - Mynd: Heri Joensen

Jonn Johannesen stóð fyri báðum málunum, tá føroyska U21-landsliðið í summar vann 2-0 á heimavølli móti Armenia - Mynd: Heri Joensen

FSF: Klokkan hálvgum fýra seinnapartin føroyska tíð spælir U21-landsliðið EM-undankappingardyst á útivølli móti Armenia. Dysturin verður spældur á FFA Academy Stadion í Jerevan.

Á middegi mánadagin setti føroyska ferðalagið kós ímóti armenska høvuðsstaðnum, og síðan hava tríggjar venjingar verið á skránni – tvær á einum venjingarvølli, og ein á sjálvum vøllinum, har dysturin skal spælast.

Tað var ímóti júst Armenia, at føroyska U21-landsliðið vann á, tá fyrsti dysturin í verandi EM-undankapping varð spældur á Svangaskarði á Toftum tann 8. juni. Úrslitið gjørdist 2-0 til Føroyar. Jonn Johannesen skoraði bæði málini.

Vónirnar eru tískil góðar, men tað er kortini eingin í føroyska hópinum, ið ivast í, at uppgávan aftur hesaferð er stór, og tað skal stríðast fyri stigunum, sum fari verður eftir.

Sámal Erik Hentze, høvuðsvenjari, og Atli Gregersen, ið er hjálparvenjari, standa á odda fyri føroyska U21-landsliðnum, og teir fyrstu ellivu, ið venjararnir senda á vøllin seinnapartin, eru hesir:

Báður á Reynatrøð, Símun Sólheim, Sjúrður Pauli Nielsen, Dann Fróðason, Pætur Skipanes, Stefan Radosavljevic (liðskipari), Heini Sørensen, Áki Samuelsen, Børge Petersen, Noah Hans Mneney og Andrass Johansen.

Eykaspælarar: Rasmus Nilsson, Bjarti Vitalis Mørk, Áki Johannesen, Alias El Moustage, Bárður Jensen, Steffan Løkin, Ingi Jonhardsson, Hanus Sørensen, Gullbrandur Øregaard og Ási Dam.

Hini londini í bólkinum eru Frakland, Norðurmakedónia, Serbia og Ukraina. Mánadagin 6. september klokkan 17:30 spæla Føroyar og Frakland á Svangaskarði.

Í løtuni verður roynt at finna fram til, um dysturin kann stroymast, og um so verður, verður linkið kunngjørt á Facebook vanganum hjá FSF skjótast gjørligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo