Sum liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar á Guernsey í summar, luttekur føroyska landsliðið hetta vikuskiftið í liðkapping í Danmark.
Ein av kappingunum á oyggjaleikunum er liðkappingin, og hevur Føroyar fyrr staðið seg væl í hesari liðkappingini. Hetta er tí ein sera góður møguleiki hjá føroysku luttakarunum at royna seg í kapping í Danmark, áðrenn oyggjaleikirnir byrja.
Luttikið verður við tveimum liðum - tilsamans er talan um 13 leikarar. Ein liðdystur til hesa kappingina er 8 dystir - 3 dystir í einmansleiki harrar, 1 dystur í einmansleiki kvinnur, 2 dystir í tvímansleiki harrar, 1 dystur í tvímansleiki kvinnur og 1 dystur í blandaðum tvímansleiki.
Landsliðsvenjarin Sune Gavnholt er við í ferðalagnum, saman við ferðaleiðaranum Rikke Berg Larsen. Badmintonlandsliðið spælir sínar dystir í dag og í morgin.
Á landsliðnum eru hesir leikarar: Fai Yin Wong Magnus Dal-Christiansen Árant á Mýrini Jónas Djurhuus Mia Thorkildshøj Miriam í Grótinum Christian Berg Petersen Asbjørn Heide Olsen Hákun Thorkildshøj Ari Isfeld Sanna Thorkildshøj Bjarnhild í Buð Justinussen Ranja Joensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo