Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

B71: Aðalfundur var hildin í gjárkvøldið og knapt 25 fólk møttu inni í Dal og lýddu á.

Greitt varð frá virksemi felagsins farna árið, roknskapur var lagdur fram og nevndarval var hildið á sama hátt sum áður. Tó var ein stór kunngerð, ið vit høvdu vit goymt til møtta fundarfólkið. Avgerðin kemur av økta virksemi felagsins í seinastuni og nýggjum peningainnskoti. Umsetningurin er aftur í ár methøgur, men kortini megnaði felagið at koma burturúr árinum við einum góðum yvirskotið.

Formaðurin, Karl Vidtfeldt, tók orðið á fundinum og greiddi frá virksemi felagsins farna árið. Serligur dentur var lagdur á stóra virksemi okkara farna árið og hvussu nógv umsetningurin er vaksin í trá við at vit støðugt fyriskipað fleiri og fleiri tilboð.

Undirtøkan fyri ítrótti er góð í Sandoynni, frá øllum síðum og hettar var dentur eisini lagdur á, ið sæst aftur í luttakaratalinum seinastu árini og nógva áhuganum frá stuðlum, áskoðarum o.ø.

Ikki yvirraskandi er tað at ávís ár hava vit havt truplari at fylgt við menningini í felagnum og fíggjarliga hevur hettar merkt eitt undirskot, hóast vit hava roynt at rættað upp uppá ring úrslit eftirfylgjandi ár. Ring úrslit eta burturav innistandandi pengunum og hettar er sjálvandi ikki haldbart í longdini, hóast tey kunnu koma fyri einkult ár. Fyri at uppviga einum serliga ringum fíggjarárið undanfarna árinum í 2021, so var nógv fokus á at B71 skuldi koma úr 2022 við einum yvirskotið og at tað skuldi vera so stórt sum gjørligt.

Roknskapurin vísti eisini at vit endaðu árið við 100.000 krónur í yvirskotið og sigast má at vit, undir umstøðunum, eru nøgd við hettar. Málið fyri komandi ár er at fíggjarstýringin skal halda á fram at vera so skynsom sum í fjør og at felagið aftur kemur út við yvirskotið í 2023. Serliga týdningarmikið er hettar málið, havandi í huga at besta mansliðið miðar eftir uppflyting í bestu føroysku fótbóltsdeildina í ár og at ein framtíð har setur stór krøv, ikki bert fótbóltsliga, men eisini fíggjarliga.

Nevndirnar blivu mannaðar. Í starsvnevndini stóðu Karl Vidtfeldt, Alvi Jespersen og Anna Krog Hentze fyri valið og blivu tey øll afturvald. Sólrun Ørvarodd kom hinvegin nýggj í nevnd og loysti Jógvan Woxnæs Olsen av.

Sólrun Ørvarodd hevur áður sitið sum forkvinna í ungdómsnevndini og hettar merkti at nýggir limir máttu finnast har eisini. Gerda B. Magnussen og Tóra Hentze játtaðu at halda áfram, meðan Hjørdis H. Jensen og Sunniva í Stovuni komu inn sum nýggir ungdómsnevndarlimir.

Flogbóltsnevndin mannaði seg eisini á aðalfundi. Í ár sita Sigrid Petersen, Maiken Olsen, Eyðritt Clementsen, Rannvá Blástein og Jóhanna Henriksen í tí nevndini.
Jonna Jensia Anthoniussen hevur áður samskipað hjá flogbóltinum og boðað var frá at hesum heldur hon áfram við komandi tíðina.
 
Nýtt starv
Góð úrslit koma tó ikki av ongum og serliga er tað nógva umsitingin av ymsum slag, alt árið runt, ið hevur tyngt nevnd og fólk, ið hevur tað við at troytta og taka fokusið frá øðrum minst líka týdningarmiklum uppgávum, sosum tað reint ítróttaliga og teimum lágpraktisku uppgávunum, ið mugu og skulu vera loystar væl og virðiliga.

Seinastu tíðina hava vit havt ein samskipara í starv, ið, hóast nýggj í starvið, hevur loyst uppgávurnar hegnisliga, skjótt og væl og tá møguleikin frá Fótbóltssambandinum við eini nýggjari pulju av pengum til umsiting, beyð seg, so tóktist hettar sum ein gyltur møguleiki at taka av. Pengarnir frá FSF eru treytaðir av at B71 fíggjar krónu fyri krónu og hesa fígging hava vit eisini verið úti og tryggjað, áðrenn starvið er blivið sett.

Kristrunn Petersen úr Húsavík, hevur seinastu tíðina virkað sum samskipari hjá felagnum og í gjár bleiv tað so kunngjørt at hon verður sett sum umsitingarligur leiðari hjá B71, ið er fult starv. Kristrunn kemur at røkja somu uppgávur sum áðrenn, umframt at hon yvir tíð og í samráð við nevndirnar í felagnum, kemur at yvirtaka ávísar umsitingarligar uppgávur, ið frammanundan hava verið fordeildar har. Hendan nýggja arbeiðsfordeilingin ynskja vit skal koma felagnum til góðar, bæði við atlit til at umsitingin hjá B71 verður á hægri støði og at uppgávurnar verða loystar bæði skjótari og betri enn áður, men eisini at lætnaða arbeiðsbyrðan á verandi nevndarlimir og hjálparfólk elva til meiri yvirskot og arbeiðsorku, umframt at tað í seinasta enda skal elva til meiri nýhugsan og betri avgerðir í øllum viðurskiftum.

Ætlanirnar og vónirnar eru stórar, men sjálvandi tekur alt nýtt tíð og fyrsta tíðin má nýggja starvsfólk okkara finna seg til rættis og læra mannagongdir og arbeiðsuppgávurnar at kenna.

Vit vilja hervið ynskja Kristrunn hjartaliga til lukku við slóðbrótandi nýggju uppgávuni og blíðan byr í arbeiðnum fyri framman!

Saman standa vit sterk!

Drívið á B71!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo