Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Sunda kommuna: Mánadagin 14. september 2020, varð nýggi Skúlin við Streymin handaður Sunda kommunu.

Talan er um størsta bygging nakrantíð í Sunda kommunu.

Skúlin og nýggja ítróttarhøllin eru tilsamans 3.200 fermetrar til støddar. Samanvið verandi byningum er nú rúm fyri øllum næmingum í kommununi.

Í nýggja skúlanum eru felagshølið, kantina, bókasavn, lærarastovur og 6 skúlastovur. Ítróttarhøllin, sum er nakað seinkað orsaka corona, verður handað kommununi innan ein mánaða.

Nú verður farið undir at flyta innbúgv inn og seta listina upp. Eftir ætlan verður skúlin tikin í nýtslu miðskeiðis í oktober mánaða í ár. 

Kommunan fegnast um, at kunna taka ímóti hesum megnar byggiavrikið sum sp/f Joen Petur Vang, byggimeistari hevur bygt. 

Samlaða verkætlanin liggur um 110 milliónir krónur.

Myndir frá avhandanini síggjast: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo