Yvir 100 afrikanskir fótbóltsdómarar eru filmaðir sum teir taka ímóti mutri. Skandalan fer heilt upp til forsetan í ganesiska fótbóltssambandinum, skrivar NRK.
Tað er ganesiski journalisturin Anas Aremeyaw Anas, eisini kallaður «journalistiski James Bond», sum avdúkar.
Í tvey ár hevur hann samstarva við BBC við dokumentarinum «Number 12» og í vikuni var hann vístur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo