Við nýggju verjusemjuni verður staðfest, at verjupolitiskar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, skulu takast í Føroyum. Av politiska myndugleikanum í Føroyum, sum er rótfest í føroyska fólkaræðinum – Løgtingi og landsstýri.
Sjálvandi.
Trygdar- og verjupolitiska støðan í heiminum er grundleggjandi broytt eftir russiska álopið á Ukraina 24. februar í fjør. Tað merkir, at vit mugu taka ábyrgd og hava okkara egna trygdar- og verjupolitikk. Verjusemjan er eitt fet á leiðini.
Man kann siga, at við verjusemjuni eru verjupolitiskar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum fluttar av Christiansborg heim til Føroyar. Út í Tinganes við undirtøku úr Løgtinginum.
Verjusamstarvið fer fram á ráðharrastigi. Tað merkir ítøkiliga, at verjusamstarvið er millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina.
Millum Høgna Hoydal og Troels Lund Poulsen. Føroya Landsstýri tryggjar sær undirtøku fyri verjusamstarvinum í Løgtinginum.
Tað er fólkaræði. Føroyskt fólkaræði.
Tað er í Løgtinginum, í Uttanlandsnevnd Løgtingsins, at verjupolitikkurin hjá Føroyum, skal vera fólkaræðisliga rótfestur. Hjá Sólvit E. Nolsø, Anniku Olsen, Bárði á Steig Nielsen og okkum í nevndini. Ikki hjá Jesper Petersen, Hendrik Frandsen, Inger Støjberg og hinum fólkatingslimunum í donsku uttanlandsnevndini, UPN.
Við verjusemjuni hava vit tryggjað okkum, at tað vera vit, sum taka avgerðir, sum viðvíkja okkum. Okkara ræðisrættur á uttanríkis-, trygdar- og verjuøkinum er vaksandi – og tað krevur, at vit sum politisk skipan, fólkaræðið í Føroyum, skulu venja okkum við at taka avgerðir á hesum økjum.
Vit vilja samskifta beinleiðis við aðrar tjóðir. Vit vilja samskifta beinleiðis við NATO. Vit vilja hava okkara egnu politisku støðu til øll mál – eisini uttanríkis-, trygdar- og verjumál.
Tað eru ikki Nye borgerlige, Danmarksdemokraterne ella einstakir fólkatingslimir, sum skulu taka avgerðir um føroyskan verjupolitikk. Tað eru flokkarnir á Løgtingi, sum skulu tað.
Tí fegnist eg um, at landsstýrið fer at leggja ein trygdar- og verjupolitikk fyri Løgtingið í heyst. Tá fáa allir løgtingslimir høvi at ávirka okkara framtíðar trygdar- og verjupolitikk, sum vit taka alsamt størri ábyrgd av. Tí støðan í heiminum krevur tað.
Liljan Weihe
Tingkvinna, Tjóðveldi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo