Kringvarpið: Atlantic Airways er triðbesta evropeiska flogfelagið, tað heldur danska ferðavinnan.
Fyrr í vikuni skipaði danska ferðavinnan fyri árliga tiltakinum Danish Travel Awards í Sirkusbygninginum í Keypmannahavn, har 17 virðislønir vórðu handaðar.
Og millum nøvnini stendur Atlantic Airways eina ferð - á triðja plássi í bólkinum besta evropeiska flogfelag, sum Sun Air vann, skrivar Kringvarpið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo