Tórshavnar kommuna: Sløkkilið, Løgregla, Sjúkraflutningstænasta og Landsverk eru í dag og í morgin á skeiði í tvørfakligari skaðastaðsleiðslu. Skeiðið er á Sløkkiliðsstøðini í Havn.
Skeiðið skal styrkja tvørfakliga samstarvi millum átakseindirnar í tilbúgvingini.
Fleiri tunlar eru og verða bygdir í Føroyum, tí tekur skeiðið útgangsstøði í hendingum í tunlum.
Endamálið við skeiðinum er at luttakararnir fáa kunnleika um:
Galdandi lóggávu, kunngerð og leiðreglur og hvussu eitt skaðastað verður skipað, - radiosamskifti, uppgávur/skyldur hjá tí einstøku átakseindini og skipan av samstarvi millum átakseindirnar.
22 luttakarar eru á skeiðinum. Skeiðið byrjaði í morgun og endar í morgin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo