Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Hetta skeið er ment til tín, sum leiðir onnur, tó uttan at vera settur sum formellur leiðari. Tú situr kanska í einum sessi sum verkætlanarleiðari, hevur ábyrgdina fyri einum serligum arbeiðsbólki ella øðrum bólki. Hevur ábyrgdina fyri yvirskipaðum samskifti, ella kanska ert tú tann í deildini, sum fer inn fyri leiðaran sum avloysari, tá ið tað er neyðugt.

Arbeiðir tú sum leiðari uttan formelt at vera sett/ur sum leiðari?

Gjøgnum tveir læruríkar skeiðsdagar fært tú gjøgnum fakliga vitan og ítøkilig amboð eitt haldgott tak um persónligu leiðsluna: 

·         Tú styrkir fakligu vitanina, soleiðis at tú verður ein betri leiðari í tí tú gert

·         Tú fært vitan og amboð til, hvussu tú leiðir og motiverar fólk

·         Tú lærir hvussu tú tillagar títt samskifti til ymiskar støður og til ymiskar typur

·         Tú fært amboðini at handfara mótvilja ella ein “truplan” starvsfelaga

·         Tú lærir hvussu tú skapar eldhuga og fær fólk at kenna, at tey “eiga” málini

·         Tú lærir hvussu tú kann fáa autoritet, uttan at tú formelt hevur tað á pappírinum – og uttan at starvsfelagar taka hetta negativt

Sera góður og kompetentur undirvísari, Karin Jessen. Hon er útbúgvin innan leiðslu, samskifti og sálarfrøði, og hevur hon yvir 25 ára royndir við menning av fólki og fyritøkum. 

Les alt um spennandi skeiðið HER. Fleiri pláss eru longu farin, nøkur eru eftir! Tekning nú á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo