Badmintonsambandið: Á árligu gallaveitsluni fyri judo, borðtennis og badminton, nýtti BSF eisini høvi til at heiðra nakrar leikarar fyri innsats og úrslit farna kappingarár.
Johnny í Grótinum, formaður í BSF, handaði tiemum fýra leikarunum blómur við eini heilsan frá Sune Gavnholdt, landsliðsvenjara, og Wong Fai Yin, hjálparlandsliðsvenjara, sum hava valt út ársins leikara og stjørnuskot hjá kvinnum og monnum:
Christian Berg Petersen (HBF) er valdur sum ársins stjørnuskot millum dreingirnar, tí hann hevur sýnt góðar leiðslueginleikar, góðan hugburð á bananum og ein flottan teknikk við møguleika fyri víðari menning.
Ranja Joensen (KBF) er vald sum ársins stjørnuskot millum genturnar, tí hon er ein gávuríkur ungur leikari við góðum úrslitum og natúrtalenti, sum vit trúgva nógv upp á. Stríðist øgiliga væl, tá hon spælir ímóti eldri og betri leikarum.
Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF) er vald sum ársins kvinnuligi leikari, tí hon hevur verið ótrúliga stabil gjøgnum alt kappingarárið, har hon hevur fingið væl burtur úr. Hon møtir eisini altíð til landsliðsvenjing, har hon er tilreiðar at menna og betra seg.
Magnus Dal-Christiansen (HBF) er valdur sum ársins manligi leikari, tí hann er góður at læra frá sær, eisini við at vera ein fyrimynd hjá øllum øðrum leikarum. Hevur til kappingarnar í ár víst eitt sera høgt støði, har hann hevur megna at ment sítt spæl enn meira. Gevur seg altíð 100%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo