Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Málráðið: Árið 2022 hevur verið eitt hendingarríkt ár í Málráðnum frá fyrsta degi. Í fíggjarlógini fyri 2022 hendi tað gleðiliga, at formaðurin frá 1. januar 2022 fekk fasta mánaðarliga samsýning, og at starvsbrotið á Málstovuni fór frá 1,5 til 2,0. Hetta fegnast vit um, tí arbeiðsbyrðan er stór, og í løtuni er støðan tann, at ikki allir spurningar, ið verða settir Málstovuni, verða svaraðir, tí arbeiðsorkan á stovninum er avmarkað. Í dagsins samfelag mugu vit eisini ásanna, at áhaldandi talgilding og alheimsgerð hava ført við sær, at tørvur er á einum sterkum, virkisfúsum og sjónligum Málráði. Við hesi hugsjón í huga gjørdu vit av, at økta starvsbrotið skuldi nýtast til at skipa fyrisiting á Málstovuni. Í heyst settu við eitt fólk í tíðaravmarkað verkætlanarstarv, har ið arbeiðssetningurin m.a. var at fáa Málráðið upp í Skjalhald og fyrireika fasta starvið. Nú fíggjarlógin er samtykt, gleða vit okkum at kunna lýsa starvið leyst hjá øllum skikkaðum at søkja. Vit vóna samstundis, at journalskipanin fer at gera tað gjørligt at føra neyv hagtøl yvir, hvørjir spurningar verða svaraðir, og hvørjar spurningar Málstovan tíverri ikki nær at avgreiða. Skjalhald fer sostatt sum partur av nýskipaðu fyrisitingini at geva Málstovuni eitt greiðari yvirlit yvir málsligu spurningarnar og harvið loyva starvsfólkunum at svara fleiri spuringum í framtíðini.

Ein aðaluppgáva hjá Málráðnum er at ritstjórna og greiða til útgávu eina føroyska stavsetingarorðabók, sum landsstýrismaðurin síðan løggildar. 2022 hevur verið merkt av málsligum viðgerðum sum liður í arbeiðinum við Stavsetingarorðabókini. Vit gleðast um, at arbeiðið við Stavsetingarorðabókini gongur væl. Ritstjórin hittist regluliga við fylgibólkinum og er saman við formanninum og næstformanninum eisini í fer við at fyrireika rættlesturin, ið fer av bakkastokki í ár.  Í sambandi við at arbeiðið nú nærkast endanum, eru vit eisini í eini tilgongd, har ið vit fyrireika útgávuna, m.a. við at arbeiða við okkara talgildu pallum og samleika.

Í málráðslógini frá 2012 § 10, stk. 3 stendur, at “Landsstýrismaðurin skal eftir 3 árum leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, og kanna um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.” Í 2016 varð ein eftirmeting gjørd, men hendan varð ikki løgd fyri tingið, av tí at hon ikki varð mett at lúka krøvini til eina hóskandi eftirmeting. Mentamálaráðið hevur síðani vent sær til Málráðið við tí í hyggju at gera eina nýggja, tíðarhóskandi eftirmeting. Í hesum høpi er umráðandi, at syrgt verður fyri einum gevandi og fullgóðum eftirmetingarleisti, og at nøktandi fígging verður játtað, so arbeiðið kann gerast til lítar. Málráðið hevur í heyst í tveimum førum boðað Mentamálaráðnum frá, at tað gjarna vil hava eina nýggja eftirmeting gjørda og bíðar eftir, at greiða verður fingin á, hvussu eftirmetingin skal formliga skipast og fíggjast.

Sum Málráð ynskja vit áhaldandi at arbeiða fyri, at Málráðið er til staðar, har ið føroysku málbrúkararnir eru. Hetta er ein stór uppgáva, ið vit sum Málráð ikki megna at lyfta einsamøll. Tískil eru vit til reiðar at stuðla og stimbra øllum átøkum, sum gagna føroyska málinum. Harumframt eru vit eisini til reiðar at samstarva um at bera okkara mál inn í framtíðina og soleiðis varðveita føroyskt sum samfelagsberandi mál í Føroyum. Ábyrgdin hvílir á okkum øllum at geva komandi ættarliðum møguleikan at leggja heimin undir seg á føroyskum máli. Hetta krevur áræði, nærlagni og áhaldandi vælvild og játtan frá politiska myndugleikanum.

Hetta er tíggjunda ársfrágreiðing, ið Málráðið letur úr hondum síðan stovnanina 1. januar 2013. Ársfrágreiðingarnar eru at finna á heimasíðu okkara www.malrad.fo.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo