Arsenal hevur biðið Premier League um at útseta dystin sunnudagin móti Tottenham av tí at felagið hevur ikki nokk av leikarum til at manna eitt lið.
– Vit hava fleiri leikarar sum eru koronasmittaðir, skaddir og luttaka í afrikameistaraskapinum, skrivar Arsenal á síni heimasíðu.
Sambært BBC fer Premier League á fundi í dag at taka støðu til umbønina, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo