Premier League-dysturin millum Manchester City og Arsenal í kvøld er útsettur, skrivar Arsenal á síni heimasíðu.
Orsøkin er at Olympiacos-eigarin Evangelos Marinakis er smittaður við koronavirusinum. Arsenal leikti móti Olympiacos fyri 13 døgum síðani, og fleiri av leikarunum hittu tá Marinakis.
Arsenal skrivar at tí verður tilráðingin hjá myndugleikunum fylgd um 14 dagar karantenu frá tí at onkur hevði samband við ein smittaðan persón, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo