Bridgesambandið: Knappliga 120 bridgespælarar hava spælt kort í Dansifrøi í dag, nú skipað verður fyri Tórshavnar Bridgefestivali. 8 umfør hava verið í dag og nú farið var til húsa í kvøld eru Arne Mikkelsen og Matthias Bruun á odda, beint í hølunum á teimum er trífaldi vinnarin av festivalinum. Bogi Simonsen saman við partamanni sínum Bjarna Hólmar Einarsson.
Tey 8 umførini í dag fevna um tveir kappingarpartar - sessionir - fyrra partin vunnu Arne Mikkelsen og Mathias Brun og seinna partin vunnu Robert Langgaard og Hallberg Arnfríðsson.
Byrjað verður aftur klokkan 9 leygarmorgunin og endað verður umleið kl 16.
Øll úrslitini síggjast: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo