Árligu jólasølurnar hjá Vardu Verkstøðunum og verkhúsunum, byrja í hesu vikuni:
Á jólasølunum verða lutirnir, sum eru framleiddir seinasta árið, sýndir fram og seldir. Peningurin, sum kemur inn fer til at keypa tilfar til framleiðsluna komandi ár, og til ymiskt annað, sum kemur virkseminum á verkstøðunum til góðar.
Á jólasølunum fáast alskins jóla- og gávulutir og tú hevur møguleika at keypa nakrar øðrvísi jólagávur fyri ein rímiligan penga. Lutirnir eru m.a. evnaðir úr træi, glasi, leiri, pappíri og ull. Til ber at síggja myndir av nøkrum av tí vit selja á vangamyndunum hjá Verkstøðunum á Facebook.
Kaffisøla er eisini á ymisku støðunum har til ber at keypa sær ein góðan drekkamunn við onkrum afturvið!
Jólasølurnar í ár:
Verkhúsið Virkni: 14-16. nov. frá kl. 14-18 (hós- leygardag. Leygardag er opið frá kl. 12.00)
Verkstaðið Vón: 20-22. nov frá kl. 14-19 (miku-fríggjadag)
Verkhúsið á Brekku: 23 nov. frá kl. 10-16 (leygardag)
Verkhúsið Stíggjur: 23.nov. frá kl. 10-17 (leygardag)
Verkstaðið á Bakka: 27.- 29. november
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo