Har øll sópa fyri egnum durum, verður gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nú byrjar árliga jólasølan á Verkstaðnum Vón, Hóvabrekka 1, á Argjum. Talan er um spennandi jólasølu við hugnaligari jólacafé, sum í ár er løgd til rættis sambært almennu tilmælunum.

Opið verður mikudag til fríggjadag frá kl. 14.00 – 18.00.

Á jólasøluni fáast alskins jóla- og gávulutir, sum eru framleiddar gjøgnum árið, og her fær tú møguleika at keypa nakrar øðrvísi jólagávur. Lutirnir eru evnaðir úr m.a træi, glasi, pappíri og ull.

Til ber at síggja myndir av nøkrum av tí vit selja á vangamyndunum hjá Verkstaðnum Vón á Facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo