Hagstovan: Í juni var arbeiðsloysið 1,2%, ið svarar til 347 fulltíðararbeiðsleys.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásettir hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum.
Arbeiðsloysið var 1,2% í juni, ið svarar til knappliga 350 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru 430 persónar raktir av arbeiðsloysi.
Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,8% sama mánað í fjør. Trendurin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinasta árið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo