Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Arbeiðsloysið var 0,7% í oktober, ið svarar til góð 200 fulltíðararbeiðsleys, og er enn á einum søguliga lágum stigi. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,8% í oktober í fjør, ið svarar til 250 fulltíðararbeiðsleys.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í oktober vóru 232 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.

Arbeiðloysið 0,7% bæði hjá monnum og kvinnum
Í oktober var arbeiðsloysið 0,7% bæði hjá monnum og kvinnum. Tað svarar til 108 fulltíðararbeiðsleysar menn og 96 kvinnur. Sama mánað í 2021 var arbeiðsloysið 0,9% hjá monnum og og 0,8% kvinnum.

Lægst í Eysturoy
Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í oktober var arbeiðsloysið lægst í Eysturoynni við 0,3% og í Vágum 0,4%. Í Suðuroy var arbeiðsloysið 1,7% og í Sandoynni 1,3%.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo