Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

6. januar: Henda dag (Trettandadag) í 1862 var tann legendariski farmaceuturin og húsmøðravinurin, AUGUST ØTKER (Oetker) føddur í tí lítla týska býnum Obernkirchen í Niedersachsen.

August gjørdist ein av Europas allarstørstu matvørufabrikantum og er kendur av teimum flestu kvinnum og nógvum kokkum sum "gandakallurin í køkinum" undir navninum DOKTARIN ØTKER.

Pápi August, sum var bakarameistari, var ikki múgvandi, men bæði dugnaligur og sparin. Hann hevði tungt hús og átti fleiri børn, sum hann stríddist miðvíst fyri. Tey flestu blivu sosialir mynsturbrótarar.

Bakarin vildi hava, at tey fingu betri sosial kor, enn hann sjálvur hevði havt, og syrgdi tí fyri, at August og onnur systkin sluppu í ein góðan borgaraskúla og síðani á gymnasium í Bückeburg, haðani August tók studentsprógv longu í 1878 (hann var tá bara knapt 17 ár).

August var longu í skúlatíðini sera hugtikin av praktiskari og medicinskari kemi og ætlaði at fáa sær hægri teoretiska útbúgving, men fyrst noyddist hann í apotekaralæru í Stadthagen, sum liggur einar 10 km frá Obernkirchen. Tað segðist, at tann vælmotiveraði August var so ambitiøsur, at hann hvønn dag í lærutíðini fór alla arbeiðsleiðina til gongu aftur og fram fyri at sleppa foreldrunum undan gistingarpengum í Stadthagen.

Í 1882 fekk hann sítt læruprógv sum farmaceutur við góðum úrsliti. Hann arbeiddi síðani á fleiri ymsum apotekum fyri at bøta um síni fíggjarkor og hartil fáa sær mest møguliga praktiska vitan, inntil hann í 1884 kom til Hanau, har hann trúlovaði seg og gjørdi av at fara á universitet fyri at fáa sær meira teoretiska vitan um natúrvitskap, serliga botanikk (plantulæru).

Hann hevði spart sær so mikið av kapitali, at hann kundi immatrikulera seg í Berlin. Eftir fýra intensiv semestur í Berlin, fór hann til Universitetið í Freiburg, har hann í 1888 vardi eina slóðbrótandi doktararitgerð um pollen, sum tá var lítið kent av vanligum fólki.

Eftir hetta bleiv hann akademiskur doktari, og fá ár seinni, tá ið hann var blivin fabrikantur, fór hann við stórum hegni at brúka sítt doktaraheiti beinleiðis kommercielt.

Í 1889 hevði hann longu ætlanir um eina handilsfyritøku í Berlin, og sama árið giftist hann við tí engageraðu Carolinu, sum alla tíðina var fastur stuðul og musa hjá honum í praktiskari gerandisvinnu.

Tær fyrstu handilsroyndirnar lukkaðust tó ikki serliga væl hjá teimum, men so fluttu tey til Bielefeld í Westphalen, har ein stór apotekarafyritøka var til sølu. Hana keyptu tey og samstundis eisini eitt stórt bakarí í tí sama býnum. Tað var stuttur teinur millum báðar handilsfyritøkurnar. Hesar báðar fyritøkur blivu grundarsteinurin undir tí stóru verðinskoncernini, sum August Oetker stovnaði í 1891.

Hann kallaði fyritøkuna "Dr. Oetker".

Tann dynamiski farmaceuturin var eisini bakarakønur, og doktaranavnið skuldi harafturat borga fyri matvørukvaliteti og ikki minst heilsutrygd.

Í fyrstani seldi hann mest vanligar apotekaravørur, men eisini nakrar heimaframleiddar vørur, sosum salvur, medicinsk krem, saftir, frukt-drekka, sósir, javningspulvur, kosmetisk produktir og ymsan tinktur.

Fleiri vørur hjá Øtker vóru emulsiónir, t.e. blandingar av sínámillum óupploysiligum veskum. T.d. er strævið,at blanda feittveskur við vatnveskur. Tað, sum er lipofilt harmonerar ikki við tí, sum er hydrofilt.

Men emulsiónir kunnu ysta. Fyri at fyribyrgja ysting kann man brúka ymsar emulgatorar, sum Øtker eksperimenteraði nógv við. Summir eru natúrligir, aðrir eru syntetiskir. Natúrligir emulgatorar eru t.d. lecithin og kasein

Sum bakarakønur hevði hann eisini leingi arbeitt í sínum apotekslaboratorium við bakievnum, sum kundu brúkast í staðin fyri súrdeiggj, sum tók alt for langa tíð.

Málið var sjálvandi at fáa breyð og kakur til at bólgna skjótt, men kontrollerað við hjálp av tí CO2 (koldioxyd), sum bleiv frígjørt undir processini. Hann brúkti royndarúrslitini frá apotekinum í bakaríinum.

Í fyrstani brúkti hann næstan reint natriumbikarbonat (NaHCO3), sum kemikarin Justus von Liebig longu leingi hevði eksperimenterað við; tað stoffið verður vanliga bara kallað "natron".

Í reinum formi egnar tað seg ikki væl til baking, tí tað gevur atsmakk av sodu. Hesum royndi Oetker at fyribyrgja; so hann blandaði pulvurið við veikari sýru og ymsum "buffarum", inntil hann helt, at produktið var hóskandi.

Um várið 1893 fekk hann endiliga framleitt tað pulvurið, sum skjótt kom í handlarnar sum bakipulvur undir firmanavninum "Backin". Hann seldi tað í kramarhúsum í eini mongd, sum akkurát passaði til eitt pund av mjøli. Húsmøðurnar fegnaðust stórliga, og eftir stuttari tíð eksploderaði eftirspurningurin um alt Týskland.

Tað var ikki Øtker, sum uppfann bakipulvurið, men tað var hann, sum gjørdi tað praktiskt brúkiligt og fekk prísin lækkaðan við massaframleiðslu. Kortini fekk hann í 1903 eitt patent fyri ta serligu blanding og bakimetodu, sum hann lanceraði.

Eftir tað gjørdist Øtker-koncernin ein risafyritøka, sum bleiv kend um alt Norðurevropa.

Hann suppleraði alsamt sítt vørusortiment við nógvum kendum vørum. Serliga kent bleiv hansara budingspulvur, sum sjálvandi kravdi gelatine ella husblas.

Hann framleiddi husblas í stórum mongdum í sínum egnu fabrikkum. Husblas er eitt protein, sum fæst við at kóka mergin úr djórabeinum. Tað kann brúkast sum stíving til budingspulvur, fromagu, gelé, javningarevni og ymsar sósir.

Hann var nú blivin so populerur køksvinur hjá teimum flestu týsku húsmøðrum, at hann afturvið sínum produktum hjálegði uppskriftir, bæði til kakur, dessertir, súltingar og sósir.

Hesar uppskriftir og hesi køksráð vórðu skjótt so rúgvismikil, at tey blivu savnaði í kóki- og bakibøkur, sum fyritøkan Dr. Oetker gav út.

Øtker fekk innrættað ein serligan LÆRUKØK á síni fyritøku, har ungar kvinnur úr arbeiðarastættini gratis kundu læra um húsarhald, sunna matgerð, konservering og hygiejnu. Hann hevði eisini eina vaski- og strúkideild, har fólk kundu fáa optimala vitan og instruktión..

Endiliga hevði hann eina konsulentdeild, har fólk kundu koma persónliga ella skriva til. Seinni kundi man eisini ringja til hesa deild, tá ið telefonin bleiv vanlig í teimum flestu húsum. Í tjúgunum fekk fyritøkan ein serligan húsarhaldstíma í týskum útvarpi.

Øtker fekk tíðliga skipað fyri eini serligari reklamudeild í síni fyritøku. Henda deildin lýsti aggressivt í øllum týskum bløðum við Øtkers vørum, og sum tann allarfyrsti vinnulívsmaðurin, fekk August longu um ár 1900 sett prentaðar brúkaravegleiðingar og uppskrivtir á allar sínar pakkar og innballingar. Har var hann langt framman fyri allar sínar konkurrentar.

Hann var ótroyttiligur í sínari agitatión fyri hollari køkshygiejnu, sunnum rávørum og praktiskari matviðgerð.

Á ymsum internationalum handilsmessum og matvøruframsýningum vann fyritøkan nógvar prísir fyri bæði dygd og snildi. Á eini serligari kokkamessu í Hamburg fekk Dr. Oetker gullmedalju sum fremsta matvørufyritøka í Europa. Hesi almennu herðaklapp dugdi Øtker væl at brúka í sínum mongu lýsingum, so navnið borgaði eftirhondini fyri avgjørdum kvaliteti hjá øllum européiskum forbrúkarum..

Øtker fekk skjótt ein kendan avleggara í Danmark. Tað var vinnulívsmaðurin VALDEMAR TØRSLEFF, sum fyrst í 1920´unum stovnaði eina importfyritøku, sum umframt import av vanilju og kakao skjótt fekk eina-agentur fyri Dr. Oetker í Danmark. Tørsleff fór seinni undir beinleiðis framleiðslu av budings- og bakipulvuri uppá licens frá Oetker-fabrikkunum.

Tørsleff-fabrikkirnar kopieraðu næstan metodurnar hjá Oetker. Teir góvu fleiri baki-, súlti- og kókibøkur út. Teir høvdu longu i 1930´unum eftir týskum modelli skipað fyri gratis telefon-service til danskar húsmøður og køksamatørar, so fólk í eini knappari vending kundu sleppa undan, at steikin, sósin ella dessertin mislukkaðist. Teir góvu eisini ókønum fólki vaski- og strúkiráð.

Einasti sonur August Oetker æt Rudolf. Hann náddi at gera seg lidnan við universitetsútbúgving sum kemikari, men doyði stutt eftir, bara 27 ára gamal sum officerur undir Fyrsta Verðinskríggi við Verdun. Tað tók August Øtker so fast, at hann sjálvur doyði stutt eftir, bara 56 ára gamal.

Verdóttirin Ida gifti seg uppaftur við Richard Kaselowsky, sum leiddi fyritøkuna væl, inntil hann fyrst í 1930´unum gjørdist nazistur.

Tað fekk álvarsamar fylgjur fyri fyritøkuna aftaná kríggið í 1945, men tað var so mikið illa statt við mati og matvøruframleiðslu, at Oetker-koncernin við síni stóru ekspertisu slapp skjótt aftur at framleiða sínar kendu vørur, og eftirspurningurin bleiv beinanvegin ovurhonds stórur.

Eftir kríggið hevur fyritøkan ekspanderað øgiligt og fæst í dag bæði við skipaferðslu, banka-rakstur og øl-brygging.

Á matvøruøkinum hevur fyritøkan framvegis budings- og bakipulvur sum aðalvørur, men teir eru samstundis blivnir teir størstu framleiðararnir av frystari pizza í Týsklandi í dag, so teir fylgja væl við marknaðinum..

Fyritøkan Dr. Oetker hevur í dag næstan 30.000 fólk í arbeiði og er nr. 13 í stødd av týskum familjufyritøkum.

August Øtker var gløggur farmaceutur, men hann var fyrst og fremst handilsmaður, og har var hann úr leikum tikin!

Øll firma brúka hansara informativu handilsmetodur í dag.

August Øtker liggur grivin á Johannisfriedhof í Bielefeld.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo