Í juli er tað 14 ára gamla Anny Sofía Poulsen ið sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági.
Anny Sofía sýnir fram tekningar, tann elsta frá 2015 og tann seinasta er skapt í vikuskiftinum.
Hon hevur teknað síðani hon var 4 ára gomul, og temaði hjá henni henda mánaðin á Listavegginum er glinstur.
Anny Sofía ætlar sær at gera meira við tekningina, og hevur ein dreym um at tekna fyri Disney.
Anny Sofía er dóttir Fróða Poulsen og Annbritt Toftegaard.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo