Mánadagin 28. oktobur kl 16 verður alment hátíðarhald í Gundadali í sambandi við, at nýggi Langhylurin er liðugur.
Skrá:
Tónleikur og rapp við DJ Kingz
Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin
Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevndini, ber fram eina heilsan
Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen, ber fram eina heilsan
Bjørg Ólavsdóttir, forkvinna í Havnar Svmijifelag, ber fram eina heilsan
Annika Olsen, býráðslimur, er fyrsti svimjari í Langhylinum
Havnar Svmijifelag og leiðarin í Svimjihøllini skipa fyri svimjing
Bjóðað verður ein drekkamunnur í Gundadalsstovuni í Langhylinum, har høvi eisini er at bera fram eina heilsan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo