Búskapur og Vinna: Í sendingini Búskapur og Vinna í gjárkvøldið staðfesti Anfinn Olsen, reiðari, at fiskidagarnir hava verið so nógvir í tali, at teir í roynd og veru ikki hava verið nøkur avmarking líka síðani fiskidagaskipanin bleiv sett í verk í 1996.
Evnið í sendingini Búskapur og Vinna hesa vikuna er burðardyggur fiskiskapur á nærleiðunum. Verturin Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, hevði sett fleiri viðkomandi serfrøðingum stevnu at viðgera støðuna og útlitini fyri botnfiskavinnuna. Marita Rasmussen, nýggi stjórin á Havstovuni, Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni, og Anfinn Olsen, reiðari, vitjaðu sjónvarpsstovuna.
Nógvir óbrúktir fiskidagar í skipanini
Á Fiskivinnustevnuni fyrr í ár vísti Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, á nakrar av avbjóðingunum við verandi skipan við eini umsitingarætlan fyri røktina av botnfiskastovnunum. Ein av avbjóðingunum er, at støddin av upsastovninum og tilgongdini kann blíva yvirmett, sum í samsvari við umsitingarætlanina viðførir eina hækking av fiskidøgunum. Sostatt mælir Havstovan í ár til eina hækking av fiskidøgunum fyri upsaveiðuna við fimm prosent grundað á seinastu stovnsmetingina.
“Tað er eitt sindur undarligt, at talið av fiskidøgum nú verður økt” segði Anfinn Olsen, reiðari, í sendingini. “Partrolararnir brúktu færri enn helmingin av tillutaðu fiskidøgunum í fjør. Samlaða upsaveiðan í fjør bleiv einans gott 15 túsund tons, sum er munandi minni enn árini frammanundan. Hetta er bert nøktandi til fimm pør, men 8 trolarapør hava fiskiloyvi. Tað er ikki talið av fiskidøgum, sum avmarkar upsaveiðuna. Líka síðani fiskidagaskipanin bleiv sett í verk í 1996 veit eg stórt sæð ikki um nakað skip, sum ikki hevur loyst vegna manglandi fiskidagar. Hinvegin er tað manglandi úrtøka til skip og manning, sum hevur við sær, at skip hava ligið svínabundin.”
Skiljirist gevur atgongd til stongdar leiðir
Í fjør bleiv ásett í kunngerð, at trolararnir nú skulu hava skiljirist í trolinum, sum skal fyribyrgja, at ungfiskur verður tikin.
“Skipanin við skiljirist er vælkend frá øðrum londum og fjarleiðum, og tað er ein skilagóður máti at røkja fiskastovnarnar, men tað eigur eisini at geva okkum atgongd til fleiri stongdar leiðir” segði Anfinn Olsen eisini í samrøðuni. “Økir blíva stongd fyri trolarum av trimum orsøkum: Fyri at verja ungfisk, fyri at skilja ímillum veiðubólkarnar og fyri at verja gýtingarleiðirnar. Eftir mínum tykki eiga myndugleikarnir ikki at stongja leiðir fyri at verja ungfiskin longur, tá skiljiristin nú verjir ímóti tí.”
Eiga at taka føraratroyggjuna á Flemish Kapp
Fyri at bøta um støðuna hjá línuskipunum hevði Anfinn Olsen tvey tilmælir til nýliga setta fiskimálaráðharran. Fyrra snýr seg um at opna Føroyabanka í ávísan mun, meðan seinna snýr seg um at taka føraratroyggjuna á Flemish Kapp.
“Í 2008 bleiv Føroyabanki stongdur fyri fiskiskapi, tí toskastovnurin á bankanum var niðurfiskaður”, greiddi Anfinn frá. “Eitt línuskip við manning fekk í fjør møguleika at fara á royndarveiðu á bankanum, har tey bert fingu ein fimting av toskinum á hvørjari setu, sum tey fingu í 2008. Hinvegin fingu tvey tvífalt so stóra nøgd av fiski tilsamans á hvørjari setu, serliga av hýsu, skøtu og havtasku. Friðingin av Føroyabanka hevur kanska eydnast, tí vit fáa nógvan fisk nú, men orsøkin til at vit friðaðu var fyri at fáa toskin aftur. Tað hevur mislukkast. Men fiskimálaráðharrin eigur nú at loyva okkum at fiska hini fiskasløgini á bankanum.”
“Á Flemish Kapp eru Føroyar nógv tann størsti einstaki rættindahavarin við 23%” staðfesti Anfinn eisini. “Tí vil eg mæla Árna Skaale til, at vit taka føraratroyggjuna har og lata Havstovuna kanna støðuna hjá fiskastovnunum og síðani luta út fiskirættindi í mun til fiskifrøðiligu tilráðingina. Hetta kann vera eitt munandi íkast hjá línuskipunum.”
Sendingin Búskapur & Vinna verður endursend á Rás 1 hjá Televarpinum sunnukvøldið klokkan 19:30. Eisini verður sendingin skjótt tøk á www.tv.fo, har fyrstu fimm sendingarnar eisini eru tøkar nú.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo